Jørgen Niclasen hevur stevnt

Jørgen Niclasen hevur í dag stevnt Dia Midjord, Liljuni Weihe, Jan Lamhauge og Sveini Tróndarson.

Jørgen Niclasen hevur í dag, umvegis Christian F. Andreasen, stevnt Dia Midjord, stjóra fyri Kringvarpi Føroya, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara fyri Kringvarp Føroya, Jan Lamhauge, tíðindamanni hjá Kringvarpi Føroya og Sveini Tróndarson, tíðindamanni fyri ærumeiðing.

 

Jørgen Niclasen ákærir tey fyri at hava sett fram "ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar" móti sær. Tað eru skuldsetingarnar um, at Jørgen Niclasen skal hava snýtt landskassan fyri hundraðtals túsund krónir, at hann skal hava svikað í tolli og tilvitað brotið tolllógina, og at hann skal tilvitað hava áført landskassanum tap, sum Jørgen vil hava dómsvaldið at døma tey fyri.

 

Les eisini Her er stevningin

 

Samstundis hevur Jørgen Niclasen tikið sína kæru til Fjølmiðlakærunevndina aftur, m.a. við tí grundgeving, at Kringvarp Føroya, eftir hansara tykki, ikki tykist hava nakra virðing fyri fjølmiðlakærunevndini.

 

At enda nevnir Jørgen, at hann ikki ger viðmerking til rættarmálið, so leingi málið liggur í Føroya rætti.