Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer ikki at leggja seg út í trætuna um , hvussu nýggja missiónshúsið skal byggjast.
Tað ger hann greitt, nú Kári P. Højgaard hevur spurt hann, hvat hann heldur um krøvini, Landsverk hevur sett at í sambandi við ætlanina at byggja nýtt missiónshús.
Tey hav Málið snýr seg um, at nú tey ætla at byggja eitt nýtt missiónshús ístaðin fyri Betania, sum er tikið niður, hevur Landsverk kravt, at húsið skal standa minst 25 metrar frá vegnum.
Gøtufólk siga, at so kemur húsið so langt oman á bakkan, at tað ber ikki til. Tey halda, at kann húsið vera 20 metrar frá vegnum, hevði tað gingið.
Tað er Jørgen Niclasen, sum hevur evstu ábyrgdina av Landsverki og løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita um talan kann vera um, at fer at taka málið upp við tí fyri eyga at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka.
Men Jørgen Niclasen ger greitt, at tað er ikki vanligt, at landsstýrisfólk leggja seg út í einstøk , tí tey skulu leggja teir yvirskipaðu karmarnar og tað eiga tey at halda seg til,
Tí ætlar Jørgen Niclasen sær heldur ikki at leggja seg út í málið um missiónshúsið í Gøtu.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at tað er Landsverk, sum umsitur lógina um landsveg og sostatt er tað eisini Landsverk, sum ásetir byggilinjur og treytir í sambandi bygging framvið landsvegi
- Landsverk sigur, at Sambært landsvegakervið er flokkað í ymsar bólkar, alt eftir, hvussu nógv ferðsla er á teimum, og alt eftir, hvussu stóran týdning, teir hava fyri samferðsluna.
- Landsvegurin ígjøgnum Gøtugjógv er flokkað frammaliga, tí hetta er ein høvuðsferðsluæðr ímillum norðurpartin og suðurpartin í landinum, bæði til høvuðsstaðin og til flogvøllin.
Endamálið við byggilinjuni er at tryggja tørvin á ferðslu í framtíðini og í tí sambandi er neyðugt at bygningar tað virksemið, sum er knýtt at teimum, passaliga langt frá vegnum.
Annars sigur, at Landsverk, at bygningurin hjá Eik, sum er granni hjá Betania, varð bygdur í 1976, áðrenn bygging framvið landsvegi var skipað í flokkar.
- Bygningurin hjá BankNordik, sum eisini er granni hjá Betania, vaðr 24,5 metrar frá landsvegum, men í 2005 varð bygt uppí, uttan at Landsverk hevði góðkent tað.
- Losjan Glottin, sum eisini liggur beint við sama veg, fekk ikki loyvi at byggja út í 1985 av tí at ein bygningur við nógvum virksemi, ikki kann liggja við høvuðsveg, sigur Landsverk.
Á Myndini er tað gamla Betania, sum verður tikið niður. Ytst høgrumegin sæst landsvegurin, sum nýggja Betania skal vera 25 metrar frá.










