Tað er nú greitt, at Jørgen Niclasen verður formaður í Fólkaflokkinum í minst eitt ár afturat.
Tað hendi á floksleiðslufundi í Fólkaflokkinum í morgun, har firmansval var á skránni.
Og har varð Jørgen Niclasen einmælt afturvaldur til formann hetta næsta árið, uttan at nakar stillaði upp ímóti honum.
Hetta er sjeyndu ferð, hann verður valdur til formann. Fyrstu ferð var í 2007.
Tá varð nevnt í eini skjótari vending, at tá ið Jørgen Niclasen tók við sum formaður í 2007, var Fólkaflokkurin fjórðstørstur á Løgtingi við sjey tinglimum og sótu á aftasta bonki í Løgtinginum.
Í dag er hann størsti flokkur á Løgtingi við heili níggju tinglimum og situr við fremsta borð í Løgtinginum.
Men Jørgen Niclasen heldur lítillátin, at tað er ikki so nógv honum fyri at takka, tí heiðurin fyri tað eiga løgtings- og landsstýrisfólk floksins, bæði núverandi og fyrrverandi.
Sí fleiri myndir frá landsfundinum hjá Fólkaflokkijum við at TRÝSTA HER










