Jørgen: Hvaðani koma pengarnir?

- Eg haldi, at tað lýsir ov væl ígjøgnum, at flokkarnir ikki eru heilt samdir, og tí velja tey at seta nevndir, sigur Jørgen Niclasen.

- Í einum samgonguskjali sum hesum standa nógv góð ting, men eg haldi, at tað besta er, at fokus verður sett á haldføri - at tey vilja tryggja avlop á fíggjarlógini. Eg gangi út frá, at ætlanin er at fáa javnvág longu í 2016.

 

Tað segði Jørgen Niclasen, sum var fíggjarmálaráðharri í undanfarnu samgongu, við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.

 

- Men, tá eg so hyggi longur niður í samgonguskjalið, síggi eg, at talan er um vinstravendar flokkar, ið ætla sær at økja nokso nógv um útreiðslurnar, og her sakni eg ítøkiliga, hvussu hesar útreiðslur skulu fíggjast.

 

Hann heldur ikki, at tað sæst serliga ítøkiliga, hvaðani samgongan ætlar at fáa pengarnar til sínar útreiðslur.

 

- Eg haldi ikki, at tað er serliga greitt, hvaðani inntøkurnar skulu koma. Tað er meira greitt, hvat tey ætla at brúka pengarnar til.

 

Jørgen Niclasen heldur seg eisini síggja, at tá talan er um trupul mál sum eitt nú fiskivinnuna, so ætla tey at seta eina nevnd, og tá tað er skattur, ætla tey at seta eina skattanevnd - og í samband við eina pensjónsnýskipan ætla tey eisini at seta eina nevnd.

 

- Eg haldi, at tað lýsir ov væl ígjøgnum, at flokkarnir ikki eru heilt samdir, og tí velja tey at seta nevndir. Hetta haldi eg átti at verið meira ítøkiligt, segði Jørgen Niclasen við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.