Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fast um, hóast Taks týsdagin boðaði frá, at tey tulka lógina um ferðastuðul á tann hátt, at tey, sum brúka ta gomlu farleiðina millum Skálafjørðin og Havnina, altso tey sum ikki koyra ígjøngum tunnilin, eisini kunnu fáa ferðastuðul fyri longru leiðina.
Men Jørgen Niclasen er púra ósamdur. Hann sigur við útvarpið, at tulkingin ger, at landið stuðlar fólki til ikki at brúka Eysturoyartunnilin.
Hann ætlar sær tí í tingið við málinum fyri á tann hátt á onkran hátt at forða tulkingini hjá Taks.










