Jørgen er nýggjur maður

U-21 landsliðið: Líkindini eru av teimum fagrastu í Klaksvík, har Serbia er gestur

Kekkiski dómarin Tomas Klima fer at bríksla fyri fyrstu ferð nú klokkan 16.15. Tað er í Klaksvík, at síðsti dystur í hesi EM undankappingini hjá U-21 landsliðnum er. Líkindini eru av teimum fagrastu, og tað eru ikki so fáir áskoðarar kring vøllin – eitt nú nógvir skúlaungdómar.

 

Sammett við liðið, sum í síðstu viku tapti 4-0 á Tórsvølli ímóti Ukreina, er liðformaðurin Stefan Radosavljevic leikbannaður. Í hansara stað er Jørgen Nielsen millum teir fyrstu ellivu.

 

 

 

Føroyar – Serbia

 

EM undankappingardystur

 

Í Klaksvík týsdagin 7. juni 2022 kl. 16.15

 

Dómarakvartett úr Kekkia: Tomas Klima, Kamil Hajek, Tomáš Mokrusch og Ladislav Szikszay

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Elias Rusborg, Gullbrandur Øregaard, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim, Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Lukas G. Giessing – Jørgen Nielsen, Áki D. Samuelsen

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Mikkjal Hellisá, Bárður Ólavsson Jensen, Bartal S. Petersen, Meinhard Geyti, Jóhann Hansson Joensen, Olaf Bárðarson, Heini Sørensen, Poul Kallsberg

 

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen