Tað er í kvøld, at Heri Joensen, forsangari í Týr, skal kjakast við Paul Watson um grindadráp. Kjakið verður víst beinleiðis á heimasíðuni hjá Animal Planet, tá annar partur av sendirøðini 'Whale Wars - Viking Shores' hevur verið í sjónvarpinum.
Paul Watson segði við Los Angeles Times í síðstu viku, at hann væmntar sær eitt áhugavert kjak í kvøld.
- Eg hevði væntað, at eg skuldi kjakast við onkran føroyskan politikara, granskara ella ein grindaformann, men mótstøðumaðurin verður ein forsangari í einum norðurlendskum heavy-metal bólki, sum rópar seg Týr. Um tað er frægasti persónurin, sum kann grundgeva fyri teirra sjónarmiðum, so er hann vælkomin, sigur Paul Watson við blaðið.
Heri Joensen hevur fyrireikað seg væl. Hann hevur lisið nógv um evnið og fingið nøkur tøl til vega, sum eru sera áhugaverd, umframt at fólk hava givið honum ymiskt tilfar, hann kann brúka.
- Hann hevur ikki peiling av, hvør eg eri. Eg eri sannførdur um, at fleiri verða sannførd um, at tað, sum Watson ger, er skeivt. Hann fær pengar fyri manipuleraðar myndir, segði Heri Joensen við Sosialin í vikuni.
Heri Joensen heldur, at Animal Planet hevur heitt á hann, um at vera við, tí hann eisini er partur av sendirøðini hjá Watson.
Kjakið verður klokkan 03.00 í nátt, føroyska tíð. Tað sæst á heimasíðuni hjá Animal planet, www.animalplanet.com.
Mynd: Manningin í Týr. Heri Joensen er uttast til høgru.