Tey mest vanligu eftirnøvn í Føroyum í dag eru Joensen, Hansen, Jacobsen og Olsen. Verður Petersen, Poulsen og Johannesen lagt aftrat, er tað fjórði hvør føroyingur, ið ber eitt av hesum eftirnøvnum. Tað skrivar Hagstova Føroyar í dag.
Tað er tó vorði alt meira vanligt, at taka nýggj eftirnøvn til sín. Í nýggjastu uppgerðini eru 3.076 eftirnøvn í Føroyum, ið er 1.016 fleiri enn í 2001.
Tað eru bara 6 eftirnøvn í av teimum 30 mest nýttu, ið ikki enda við "sen". Tey eru Djurhuus, Højgaard, Dam, Hammer, Hentze og Holm.
Djurhuus er tað mest nýtta eftirnavnið, ið ikki endar við "sen". Tað er nummar trettan á listanum, og eru tað 528 fólk, ið hava tað eftirnavnið.
Tey mest nýttu eftirnøvnini eru:
Joensen 2.365
Hansen 2.176
Jacobsen 2.022
Olsen 1.683
Petersen 1.282
Poulsen 1.278
Johannesen 991
Thomsen 709
Nielsen 645
Johansen 556