Joel skal stjórna Globe Tracker

Globe Tracker hevur sett Joel undir Leitinum sum stjóra. Hann tekur við eftir Rich Meyers, sum hevur verið stjóri tað síðsta hálva annað árið.

Rich fer aftur í sítt fyrrverandi starv sum rakstrarstjóri í felagnum.

Í morgun bórust boðini, at Joel undir Leitinum hevði sagt frá sær starvið sum stjóri á Posta. 

Joel hevur verið partur av nevndini hjá Globe Tracker í fýra ár, har av tey síðstu tvey árini sum nevndarformaður. Joel kemur úr starvi sum stjóri í Posta, har hann hevur verið stjóri síðan 2011. 

 

– Eg eri sera spentur um nýggju avbjóðingina. Globe Tracker hevur havt stigvísan vøkstur seinastu árini, og felagið er í dag førandi á marknaðinum innanfyri veitan av útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Eg gleði meg at arbeiða saman við Rich og øllum toyminum, og eg ætli mær at føra Globe Tracker enn longur fram á leið,” sigur Joel undir Leitinum.

Tað starvast 48 fólk í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg, Singapore og Peru. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.