Joen Magnus fær nevndarsess frá Framsókn

Eitt umskifti av landsstýrisfólki í mentamálum kann hava við sær, at Joen Magnus Rasmussen fær nevndarsessin hjá Framsókn í mentnarnevndini

Eitt umskifti av landsstýrisfólki í mentamálum kann hava við sær, at Joen Magnus Rasmussen fær nevndarsessin hjá Framsókn í mentnarnevndini

 

Ymiskt bendir á, at Løgtingið ikki fer at velja tingnevndirnar av nýggjum, og at andstøðan tí varðveitir formanssessin í fíggjarnevndini fram til valið.

 

Sum plástur á sárið kann Framsókn í staðin fáa landsstýrissessin hjá Javnaðarflokkinum í Mentamálráðnum. Hendir tað, so er tað ógvuliga sannlíkt, at tað verður Hanna Jensen úr Framsókn, sum verður nýggj landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Tað merkir, at hon má úr Løgtinginum og harvið eisini úr forkvinnusessinum í mentanarnevndini. Varafólk hjá Honnu Jensen í mentanarnevndini var Annika Olsen, sum tann 17. september í 2015, tá nevndirnar vórðu valdar, var trijða tingkvinnan í tingbólkinum hjá Framsókn.

 

Annika Olsen fekk í nevndarbýtinum tá bara ein nevndarsess, og tað var forkvinnusessurin í fíggjarnevndini. Tá hon fór úr Framsókn segði hon tann nevndarsessin frá sær. Tá Annika Olsen fór úr tinginum fyri at gerast borgarstjóri í Havn, kom Joen Magnus Rasmussen í tingið í hennara stað fyri Fólkaflokkin. Har arvaði hann varasessin í mentanarnevndini.

 

Fer Hanna Jensen í landsstýrið, so fær Joen Magnus Rasmussen endiliga ein nevndarsess. Hann er annar einasta tingfólk, sum ikki hevur nevndarsess – tí hann arvaði mandatið hjá Anniku Olsen. Hóast Fólkaflokkurin fleiri ferðir hevur biðið um at fáa nevndirnar valdar av nýggjum, so hava samgonguflokkarnir ikki viljað tað.

 

Men hetta umskiftið merkir kortini ikki, at andstøðan eisini fær meirilutan í mentanarnevndini. Tí samgongan hevur fimm av sjey limum har. Um Joen Magnus Rasmussen kemur í nevndina fyri Honnu Jensen, so hevur samgongan framvegis meirilutan, tá nevndin skal skipast av nýggjum. Óluvá Klettskarð er næstforkvinna í mentanarnevndini. Hon er tí eitt gott boð upp á næstu forkvinnu í nevndini.