Tað er nú greitt, at hollendingurin Martin Jol tekur við sum venjari í enska felagnum Tottenham eftir franskmannin Jacques Santini, sum í farnu viku segði seg úr starvinum av persónligum orsokum.
Enskir miðlar hava gitt, at orsokin til uppsognina hjá Santini var trupulleikar í samstarvinum við ítróttarstjóran í Tottenham, danan Frank Arnesen, men hetta hevur danin víst aftur.
Martin Jol var hjálparvenjari hjá Santini, og nú hevur leiðslan í Tottenham so avgjort, at hollendingurin skal taka við eftir fransktannin.










