Nú Klaksvíkar kommuna hevur 100 ár á baki, hevur Joel Cole latið kommununi eina standmynd Henda standmyndin skal standa í Skúlanum við Ósánna, tá ið hann er liðugt umvældur. Til umvælingin er liðug, fer standmyndin at standa á Klaksvíkar Bókasavni.
Standmyndin er fimm metur høg og er gjørd úr viði, metali og gróti. Innaní henni er eitt op. Fyri at leggja eitt sindur aftrat standmyndini um Klaksvík og Føroyar, varð heitt á 10-15 fólk um at gera ein ?tíðarlut? at leggja í eina kliva inni í standmyndina. Tíðarlutirnir verða inni í standmyndini næstu 100 árini og verða latnar upp á 200 ára føðingardegi kommununnar.
Joel Cole var skiftislesandi í Klaksvík fyri 22 árum síðan. Hann fall væl til og var m.a. ein av tónleikarunum í Dynamit. Hann var við til summarfestivalin fyri eini viku síðan - saman við Dynamit, har hann spældi tangentar.
Sum tøkk fyri frálíkar dagar í Klaksvík, ið Joel kallar sítt næsta heim, gevur hann Klaksvík enn eina sera áhugaverda og annarleiðis standmynd, ið eisini fær hugin at reika.
Standmyndin sjálv verður avdúkað í hóskvøldið kl. 19.30.









