Jødajagstran, fyrsta lýsingin prentað og David Bowie 70 ár

8. januar: Dagurin eitur Erhardus. Erhardus ella Erhardt. Írskur munkur, sum doyði um ár 700. Ella kanska er talan um ein týskan biskup, sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur halgimenni. Týskt navn, samansett av æra og harður.

 

Hendingar, ið knýta seg at degnum

1297: Monako fær sjálvstýri

1353: Jødarnir í Basel í Sveis verða brendir livandi í húsum sínum

1665: Fyri fyrstu ferð verður ein lýsing prentað í einum donskum blað.

1811: Tralauppreistur í New Orleans, Louisianna.

1908: Føroyski tjóðsangurin, Tú alfagra land mítt eftir Símun av Skarði kemur á fyrsta sinni á prent.

1911: Sum tað síðsta einaveldismonarkiið í Evropa fær Monako eina grundlóg, sum setir konstitutionelt monarki á stovn.

1912: African National Congres verður stovnað.

2011: Hennara kongaliga hátign Mary prinsessa føðir ein lítlan prins og eina lítla prinsessu á Ríkishospitalinum í Keypmannahavn.

2014: Kyndil vann báðar steypafinalurnar í hondbólit. Kvinnurnar vunnu 19-14 móti Neistanum, og menninir vunnu 22-20 ímóti KÍF.

 

 

Fødd hendan dagin:

1935: Elves Presley, amerikanskur rokksangari og sjónleikari. Deyður 1977,

1941: Ole Søltoft, danskur sjónleikari, deyður 1999.

1942: Stephen Hawking, enskur fysikari – einav heimsins førandi teoretisku fysikaru. Hawking er matematikk-professari á Cambridge Universiteti í Onglandi. Høvuðsøki hansara eru kanningin av kosmos og kvante-tyngdarmegini. Hann er púra lamin og má brúka eina teldu fyri at tosa.

1947: David Bowie, enskur sangari og sjónleikari. Deyður 2016.

 

Deyð hendan dagin:

1324: Marco Polo, italskur kanningarfari, føddur 1254.

1642: Galileo Galilei, italskur astronomur, føddur 1564.

1921: Emma Gad, danskur rithøvundur og dramatikari, fødd 1852.

1941: Robert Baden-Powel, enskur stovnari av heimsskótarørsluni. Føddur 1957.

1979: Hans Scherfig, danskur rithøvundur og kommunistur.

1996: Francois Mitterand, franskur politikari og forseti, føddur 1916.

2016: Jákup Joensen, Jákup í Lopra, føroyskur vinnulívsmaður og løgtingsmaður, føddur í 1929.