Týskvøldið spældi føroyski punkbólkurin Joe & The Shitboys konsert í Leicester í Onglandi. Hetta var fyrsta konsertin av fimm, sum bólkurin skuldi hava í Onglandi hesa vikuna. Konsertferðin skuldi eftir ætlan enda í London leygarkvøldið.
Í dag boða Joe & The Shitboys frá, at teir avlýsa restina av konsertferðini.
– Tíverri hevur ein av okkara tónleikarum fingið boð um deyðsfall millum síni nærmastu og fer heim til Føroya at vera saman við familjuni, skriva Joe & The Shitboys í almennari fráboðan.
– Vit eru sera keddir um, at vit mugu avlýsa konsertirnar, men vit vóna, at fólk skilja óvæntaðu umstøðurnar. Vónandi koma vit skjótt aftur, skriva teir.
Joe & The Shitboys skuldu spæla í Guildford, Bedford, Stafford og London hesar næstu dagnar, men hesar konsertir eru allar avlýstar.