Manchester City fjepparar kunnu fegnast. Tryggi aftasti skansin í málin, enski landsliðsmálverjin, Joe Hart hevur nú longt sáttmálan við Manchester City.
Joe Hart hevur nú bundið seg til Manchester City fram til 2019. 27 ára gamli Joe Hart kom til Manchester City í 2006, og hann hevur vart málið hjá teimum ljósabláu í 276 dystum. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hann vunnið meistaraheitið í 2012, og í 2014, umframt FA Cup steypakappingina í 2011.
- Felagið hevur ment seg nógv, og eg eri heppin at hava verið partur av hesi menningini. Eg ynski bara at halda fram við at vinna, og at menna meg. Nógvir av okkum hava skrivað undir longri sáttmálar við felagið, so vit framvegis fara at hava ein royndan og sterkan hóp, segði Joe Hart á pressufundi á Etihad leikvøllinum í samband við, at nýggi sáttmálin varð kunngjørdur.
Fyri stuttum hava eisini Sergio Agüero, Edin Dzeko, Aleksandar Kolarov, Samir Nasri og David Silva longt við Manchester City.