Fyrrverandi amerikanski heimsmeistarin í tungvektnevaleiki Joe Frazier er deyður av livrakrabba. Joe Frazier gjørdist professionellur nevaleikari í 1965, eftir at hann hevði vunnið gull á teimum olympisku leikunum í Tokyo árið fyri. Í 1970 vann hann WBA-heimsmeistaraheitið.
Joe Frazier er serliga kendur fyri teir tríggjar dystirnar ímóti Muhammed Ali í sjeytiárunum, og Frazier var tannn fyrsti, sum vann á Ali.
Joe Frazier var seinast í ringinum sum nevaleikari í 1981, og árini aftaná arbeiddi hann sum venjari, til hann gavst fyri aldur fyri tveimum árum síðani. Hann var 67 ára gamal, nú hann doyði.