Joe Biden stendur í fyribils úrslitum til at vinna tveir av statunu, sum í gjár hildu hndanval.
Fyrrverandi amerikanski varafosetin, Joe Biden, vinnur stórsigur á undanvalinum hjá Demokratunum í statunum Florida og Illinois.
Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú CNN.
Joe Biden stendur til at fáa 61 prosent av atkvøðunum, meðan Berni Sanders, senatorur, stendur til at fáa 22 prosent í Florida.
Tað vísir úrslitið, tá 93 prosent av atkvøðunum eru taldar.
Við 74 prosentum at atkvøðunum upptaldum í Illinois liggur Biden á odda við 59 prosentum ímóti teimum 36 hjá Saners.
Í gjár vóru undanval í trimum statum. Umframt Florida og Illinois var eisini undanval í Arizona.
Sambært CNN eru ábendingar um, at Biden eisini kann vinna í Arizona.
Biden hevur takkað øllum trimum statunum á Twitter fyri stuðulin, eins og hann hevur hildið røðu uttan áhoyrarar, har hann sigur, at tað »hevur verið eitt rættiliga gott kvøld«.
Biden og Sanders stríðast um at gerast mótvalevni til sitandi forseta, Donald Trump, fyri Demokratiska flokkin til forsetavalið í november.
Donald Trump vinnur undanvalið hjá Republikanarunum í Florida og Illinois, sum gevur honum nóg nógv valfólk at gerast valevni floksins, skrivar AFP.
Ein sitandi forseti skal gjøgnum eitt undanval fyri at vinna tilnevningina frá flokkinum, sjálvt um tað meira er ein formalitetur.
Tað var eisini ætlanin, at tey í Ohio skuldu atkvøða í gjár, men eins og í øðrum statum ahva tey valt at úseta valið vegna útbreiðsluna av koronavirusi.
Í USA eru skrásett um 5900 smittutilburðir, meðan virusið hevur kravt 97 mannalív.
Joe Biden var áðrenn valstøðini lótu upp favorittur í teimum trimum statunum til at fáa flestar atkvøður.
Har skulu býtast 219 valfólk í Floria, 155 í Illinois og 67 í Arizona.
Undanvalið í gjár kann geva Joe Biden enn meira momentum í stríðnum um at gerast forsetavalevnið fyri Demokratarnar.
/ritzau/











