Joe Biden við greiðum boðum til Turkaland og Ungarn

- Eg ynski Finnlandi vælkomnum, og eg síggi eisini fram til at bjóða Svøríki vælkomnum, sigur amerikanski forsetin.

Í dag er Finnland vorðið limur í verjusamgonguni, Nato, og í einari útsøgn, sum Reuters endurgevur, ynskir amerikanski forsetin, Joe Biden, Finnlandi vælkomnum.

 

Men, enn hevur tað ikki eydnast Svøríki at gerast limur í Nato, tó at ætlanin var, at Finnland og Svøríki, sum lótu umsóknina inn samstundis, eisini skuldu fáa limaskap samstundis. 

 

Amerikanski forsetin er farin at ótolnast um, at Turkaland og Ungarn framvegis drála við at góðkenna Svøríki sum Nato-limaland. 

 

Nú Joe Biden fegnast um finska limaskapin, heitir hann samstundis á Turkaland og Ungarn um at góðkenna svensku umsóknina um limaskap.

 

- Eg síggi fram til at bjóða Svøríki vælkomnum í verjusamgonguna, sigur forsetin.

 

Turkaland hevur eitt nú sett Svøríki krøv um at útflýggja eina røð av persónum við tilknýti til kurdiskar felagsskapir.

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur, at hóast umsóknin hjá Svøríki enn ikki er góðkend, hevur Svøríki kortini neyvt tilknýti til verjusamgonguna.

 

Skal eitt nýtt land gerast limur í Nato, skulu øll verandi limalond vera samd um hetta. Finnland er limaland í Nato nummar 31.