Forsetin í USA, Joe Biden, royndi í gjár at vissa um, at hann er hevur tað gott.
Tað hendi eftir at hann seinastu tíðina er komin undir alsamt størri trýst, har fleiri flokslimir vildu hava hann at taka seg úr forsetavalstríðnum.
Fríggjadagin steðgaði hann á hjá eini matstovu í býnum Northville í statinum Michigan, har hann tosaði við stuðlar.
- Vit mugu gera arbeiðið liðugt. Og eg lovi tykkum, at eg eri ok, segði demokratiski forsetin, sambært AFP.
Tíðindastovan skrivar víðari, at tað er alneyðugt hjá Biden at vinna í Michigan, um hann skal vinna á ætlaða forsetavalevninum hjá republikanarunum, Donald Trump.
Vaksandi trýstið á forsetan er komið eftir at hann tók lut í einum sjónvarpskjaki ímóti Trump. Millum annað sá hann sambært ummælarum ósamanhangandi og gamal út.
Fríggjanáttina okkara tíð skuldi Biden hava tíðindafund í Washington D.C. Tað fekk eina óhepna byrjan.
Hann kom skjótt at blanda navnið á varaforseta sínum, Kamala Harris, saman við navninum á Trump.
Fyrr um kvøldið hevði hann eisini blandað navnið á forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyi, við navnið á russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Á vitjanini í Michigan helt Biden eisini veljarafund í býnum Detroit. Her varð sagt, at hann ongar ætlanir hevði um at leggja frá sær.
- Nógv spekulatión hevur verið í seinastuni. Hvat fer Joe Biden at gera? Verður hann verandi í kappingini? Fer hann at sleppa?
- Her er mítt svar: Eg stilli upp og vit vinna. Tað havi eg ongar ætlanir um at broyta, segði Biden sambært AFP.
Fleiri flokslimir vilja hava 81 ára gamla forsetan at sleppa ætlanini at stilla upp til forsetavalið 5. november.
Tey halda, at hann er ov gamal og at hansara sálarligi førleiki ikki er nóg góður.
Samstundis hava tvær ónevndar keldur sagt við The New York Times, at nakrir av sera stóru stuðlunum hjá demokratunum hava sagt, at um Biden er forsetavalevni hjá flokkinum, so er stórur ivi um lovaðar gávur fyri tilsamans 90 milliónir dollarar.
Hetta svarar til knappar 617 milliónir krónur.
Fríggjadagin fekk Biden tó eisini týðandi stuðul frá fleiri flokslimum, sum biðja hann halda fram sum forsetavalevni hjá demokratunum.
Tað hendi bæði á netfundi við limir í kongressini og á sjónvarpsskíggjum kring USA.
- Eg skal stuðla Biden, uttan mun til hvønn veg hann velur, segði kongresslimurin James Clyburn við sjónvarpsstøðina NBC.
Samstundis segði guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, at hann var "all in" í samrøðu við CBS.
/ritzau/










