Amerikanski forsetin segði, at Russland brúkar veturin sum vápn ímóti Ukraina og vísti til mongu álopini á sivila undirstøðukervið í landinum. Her heilsast forsetarnir báðir í Washington í kvøld.

Joe Biden: - Tað er gott at síggja teg

- Vladimir Putin kundi steðgað krígnum í dag, um hann vildi, men tað fer ikki at henda, segði Joe Biden á tíðindafundi í kvøld.

Amerikanski forsetin segði, at Russland brúkar veturin sum vápn ímóti Ukraina og vísti til mongu álopini á sivila undirstøðukervið í landinum. Her heilsast forsetarnir báðir í Washington í kvøld.

- Tað er gott at siggja teg, og tað er ein heiður fyri meg at ynskja tær vælkomnum, segði amerikanski forsetin, Joe Biden, við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í Washington í kvøld.

 

Vitjanin í USA í dag er hin fyrsta uttanlandsferðin hjá ukrainska forsetanum, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í ár. 

 

Joe Biden langaði hart út eftir Russlandi og russiska forsetanum, Vladimir Putin, fyri álopskríggið móti sínum grannalandi.

 

- Vit vita - heilt inn í ryggmergin - at stríðið hjá Ukraina eisini er fyri nøkrum størri, segði amerikanski forsetin, tá hann vísti til hjálpina, sum USA hevur veitt Ukraina.

 

Hann vísti á, at Ukraina hevur vunnið bardagan um høvuðsstaðin Kyiv, og Ukraina hevur vunnið bardagan um næst størsta bý landsins, Kharkiv.

 

- Putin hevur ongar ætlanir um at steðga krígnum, segði Joe Biden, sum eisini vísti á, at USA nú fer at stuðla Ukraina við vápnaskipanini, Patriot.

 

Amerikanski forsetin segði, at Russland brúkar veturin sum vápn ímóti Ukraina og vísti til mongu álopini á sivila undirstøðukervið í landinum.

 

Volodymyr Zelenskyj, forseti, tosaði ukrainskt við tulki á tíðindafundinum, eftir samrøðuna, hann hevði við amerikanska forsetan.

 

- Eg kom til USA at takka amerikanska fólkinum, bæði fyri materiellan og fíggjarligan stuðul, og hann legði aftrat, at Patriot-skipanin, sum Ukraina nú fer at fáa úr USA, fer at styrkja ukrainsku loftverjuna munandi.

 

Ukrainski forsetin legði dent á, at USA vil hjálpa Ukraina at verja landsins virðir og sjálvræði, og hann segði seg onga løtu ivast í, at Ukraina fer at vinna kríggið móti Russlandi.

 

- Vit berjast móti harðræðinum, og vit fara at vinna, segði hann.

 

Joe Biden segði, at russiski forsetin, Vladimir Putin, kundi steðgað krígnum, men tað fer hann ikki at gera.

 

- Hann kundi steðgað krígnum í dag, um hann vildi. Hann helt, at hann kundi oyðileggja Nato, og hann helt, at hann kundi oyðileggja verjusamgonguna.

 

Joe Biden segði, at Putin helt, at ukrainar fóru at bjóða honum vælkomnum, tá hann leyp á. - Men, hann tók feil, feil, feil, segði amerikanski forsetin á tíðindafundi í kvøld.

 

 

 

Amerikanski forsetin segði, at Russland brúkar veturin sum vápn ímóti Ukraina og vísti til mongu álopini á sivila undirstøðukervið í landinum. Her heilsast forsetarnir báðir í Washington í kvøld.