Joe Biden, forsetavalevnið hjá demokratunum, hevur nú valt Kamalu Harris at vera varaforsetavalevnið, tá forsetavalið verður í november.
Boðini komu seint í gjár, at Biden hevur valt Kamalu Harris, sum sostatt verður fyrsta myrka kvinnan í endabrestinum til eitt amerikanskt forsetaval.
Kamala Harris virkaði sum ákæri í San Fransisco og í Kalifornia, áðrenn hon varð vald inn í senatið í 2017.
Kamala Harris var kappingarneyti hjá Biden í demokratiska undanvalinum, og serliga orrusturnar millum Joe Biden og Kamalu Harris vóru til tíðir harðar. Í undanvalinum fanst Kamala Harris hvassliga at Joe Biden fyri at hava samstarvað við rasistiskum senatorum, tá hann sjálvur var senatorur, umframt at Kamala Harris segði seg trúgva teimum kvinnunum, ið vildu vera við, at Joe Biden hevði verið ov ágangandi við kossum og klemmum.
Joe Biden boðaði longu í mars mánaði frá, at hann hevði í hyggjuni at velja eina kvinnu til sítt varaforsetavalevni. Væntað varð, at valið stóð millum Kamalu Harris, Amy Klobuchar ella Elizabeth Warren, ið allar stillaðu upp til undanvalið hjá demokratiska flokkinum.