Tíðindastovan AFP veit í kvøld at siga, at amerikanski forsetin, Joe Biden, framvegis trýr, at ein vápnahvíld er møgulig í Gazageiranum.
Hetta heldur hann, hóast ísraelski forsætisráðharrin og Hamas geva hvørjum øðrum skyldina fyri, at ein vápnahvíldaravtala ikki fæst í lag.
Í gjár søgdu umboð fyri Hamas, at optimisman hjá Joe Biden um møguleikarnar fyri vápnahvíld ikki samsvarar við tann veruleika sum er.
Benjamin Netanyahu sigur, at tað er Hamas, sum liggur í buktini fyri eini vápnahvíld og fangaumbýti.
- Tí eigur trýstið at leggjast á Hamas - og ikki á Ísrael, heldur hann.
Ísraelski forsætisráðharrin vísir á, at Hamas sendi einki umboð til vápnahvíldarsamráðingarnar í Doha.
Á hinari síðuni heldur Hamas, at tørvur er ikki á nýggjum samráðingum.
Hamas heldur, at uppskotið hjá USA, sum trygdarráðið hjá ST góðkendi fyrr í summar, eigur at setast í verk beinanvegin.











