Joe Biden óheppin á veljarafundi

Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, gjørdi í nátt sær sjálvum og Barack Obama, forseta eina bjarnatænastu, tá hann ásannaði, at "meðalstættin er vorðin jarðað" tey seinastu fýra árini. Orðini hava vakt serligan ans, tí tey fullu minni enn eitt samdøgur, áðrenn Obama og kappingarneytin, Mitt Romney, skulu í tann fyrsta sjónvarpsdystin í valstríðnum.

-Hvussu kunnu republikanararnir verja ætlanina at hækka skattin, tá meðalstættin hevur verið jarðað tey seinastu fýra árini, spurdi Biden í einari røðu fyri demokratiskum stuðlum í statinum North Carolina. Seinni hevur Biden roynt at rætta mistakið við at siga, at var mismæltur, og at hann skuldi siga, at meðalstættin var jarðað av tí politikki, sum Romney styðjar. Eisini Hvítu Húsini hava roynt at rætta mistakið hjá varaforsetanum.

Republikanararnir vóru skjótir at gera sær fælt av mistakinum hjá Biden. Á einum veljarafundi í Iowa segði varaforsetaevnið hjá republikanarunum, Paul Ryan, at hann var púra samdur við Joe Biden í, at meðalstættin er jarðað tey seinastu fýra árini.

Fleiri republikanarar siga, at orðini hjá Joe Biden geva Mitt Romney eitt gott vápn til tann fyrsta valdystin ímóti Obama, sum verður í nátt.