Joe & the Sh*tboys hava útgávu konsert í Tøting tann 17. Apríl!
12 apríl kemur tann higartil týdningarmiklasta føroyska sh*tpunk útgávan í ár! Tíggju provokerandi og catchy slagarar. Teirra í millum eru "Drugs R'4 Kidz", "If You Believe in Eating Meat, Start With Your Dog" og "Wonderwall."
Konsertin verður uttan iva full av svakari orku, ertan, stuttleika og kenslubornum løtum!
Joe & the Sh*tboys eru:
Joe - Sang
Ziggy Sh*t - Guitar og kór
Sammy Sh*t - Bass og kór
Johnny Sh*t - Trummur og kór
Jákup Eli:
Sumbingurin í Havn er væl kendur í Føroyum fyri sínar framførslur, og sín øðrvísi hátt at skriva sangir.
Stundum er hátturin á sangskrivingini eitt sindur provokerandi, stundum stuttligur, men tó altíð inniligur og ærligur.
Tað er nakað síðani Jákup Eli seinast var á palli, og hetta er fyrstu fer hann spælir í Tøting.