Jobmatch verður talgilt í ár

Hetta verður nakað øðrvísi enn vanligt

Frá í dag ber til at kaga inn í talgilda pallin fyri Jobmatch 2020. Árliga starvsstevnan verður týsdagin 29. desember, men longu nú ber til at kunna seg um fyritøkur og stovnar, sum bjóða seg fram á koronafríu starvsstevnuni.

– Koronafarsóttin hevur sett dagsskránna í mun til, hvussu vit kunnu ella ikki kunnu vera saman – eisini í Føroyum. Tó, so gevur hetta eisini høvið til nýhugsan at skapa tiltøk á ein øðrvísi og koronafrían hátt, siga fyrireikararnir.

– Nú Jobmatch starvsstevnan verður flutt yvir á talgildan pall, ber til at sita heima – í Føroyum ella uttanlanda – og vitja básar, sum lýsa virksemi, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a. Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri ber til at síggja, hvussu man skjótt og lætt kann kaga inn í Jobmatch 2020.

Til ber at skráseta seg til starvstevnnua og at bíleggja JobPrát. Jobmatch 2020 verður sum vanligt millum jóla og nýggjár – í ár týsdagin 29. desember frá kl. 12-17. Jobmatch verður stuðlað av Tórshavnar kommunu og Bakkafrosti.