Í dag er Jobmatch í Norðurlandahúsinum.
Tiltakið byrjaði klokkan 13 og heldur á til klokkan 19, tá kvøldseta verður.
40 virkir, fyritøkur og stovnar hava básar, har teir bjóða fólki at koma inn og fáa eitt prát um hvussu tað er, at arbeiða á tí arbeiðsplássinum.
Áður hevur Jobmatch vent sær mest til lesandi og nýútbúnar føroyingar, men av tí at arbeiðsloysið er metlágt fyri tíðina, er ársins útgáva av Jobmatch eisini vend móti teimum, ið av eini hvørjari orsøk hyggja seg um eftir nýggjum starvi.
Fitt av fólki hevur verið í Norðurlandahúsinum í dag og myndamaðurin hjá Miðlahúsinum var eisini á staðnum.
Ein fastur táttur á Jobmatch er Kvøldsetan, sum eisini verður útvarpað beinleiðis. Í ár verður leisturin nakað øðrvísi enn undanfarin ár, og Heini í Skorini fer at hava prát og kjak við fýra føroyingar um altjóðagerð, og hvussu man kann virka í Føroyum, hóast meginparturin av eins virksemi er tengt at altjóða marknaðum og samstarvsfeløgum.
Luttakarar á kvøldsetuni verða Ólavur Ellefsen, sum seinastu 15 árini hevur ment KT-loysnir til altjóða marknaðin og Pol Huus Sólstein, sum saman við øðrum hevur stovnað fyritøku, ið selur uppisjóvarfisk og úrdráttir fyri 350-450 mio. um árið. Harumframt fer Rannvá Danielsen, sum í fjør var liðugt við sína master útbúgving innan umhvørvisbúskap at greiða frá, hvussu hon nú er farin undir ein vinnuligan PhD lestur í Føroyum í tøttum samstarvi við fimm altjóða granskingarstovnar. Harumframt fer Signar Dam, sum júst er liðugur við sína mater útbúgving, at greiða frá samstarvinum við Fiskaaling í samband við lesturin uttanlands.
Kvøldsetan byrjar klokkan 19 við onkrum leskiligum til góman, og samstundis verður høvið at ”netverka” við aðrar luttakarar á Jobmatch. Stundisliga kl. 19:30 fer Heini í Skorini at byrja prátið um at virka heima og úti í heimi.