Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild. Men arbeiðsloysi í Føroyum er sera lágt. Royndir uttanlanda vísa, at í slíkum tíðum hava starvsfólk hug og dirvi til at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Tí fevnir Jobmatch nú eisini um útbúgvin fólk við royndum, tvs. tey sum sita í starvi nú, men sum hava áhuga í at kunna seg um nýggjar møguleikar.
8. útgávan av Jobmatch verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. desembur. Í dag e seinasta freist at bíleggja eitt JobPrát við eitt av luttakandi virkjunum, stovnunum ella fyritøkunum.
40 fyritøkur, virki og stovnar standa til reiðar at greiða tær frá, hvørjum førleikum tey sóknast eftir og hvussu tað er at arbeiða hjá teimum.










