Eftirmetingarnar frá undanfarnum árum benda á, at meira enn 30 fólk fáa ítøkilig tilboð á Jobmatch, sum byrjar í dag kl 13 á Østrøm. Talan er um bæði størv, praktikkpláss ella uppgávur í samband við lesnað.
Tá fer Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, at seta starvsstevnuna. Saman við Tórshavnar kommunu og Atlantic Airways stuðlar Bakkafrost Jobmacth.
Starvstevnan er eitt kærkomið høvi hjá 33 fyritøkum og stovnum at koma á tal við føroyingar, sum antin eru undir lestri ella eru lidnir við sína útbúgving. Talan er um eina sera breiða umboðan av føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Á Jobmatch ber til at vitja básar og fáa eitt styttri prát við umboð fyri fyritøkur og stovnar. Harumfarmt hava fleiri styttri framløgur um teirra virksemi, og fyrilestrar verða um at skriva starvsumsóknir, og hvussu ein kann fáa sítt fyrsta starv í Føroyum.
Í kvøld kl 20 verður kvøldseta við pallborðsfundi, sum Heini í Skorini orðstýrir. Kjakast verður um, hvussu fólkavøkstur kann festa røtur í føroyska samfelagnum. Undir kvøldsetuni fer BUDAM at undirhalda við tónleiki.
Skrá fyri tiltøkini seinnapartin og í kvøld sæst á jobmatch.fo
Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og øll eru vælkomin.