Jobmatch byrjar í dag

Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta starvstevnuna. Í ár luttaka íalt 52 fyritøkur, kommunalir og almennir stovanar, og tað er tað mesta nakrantíð.

 

Á starvstevnuni verða fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á Jobmatch.fo

 

Dyrnar lata upp klokkan 13, og setanin verður klokkan 13:10.

 

Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvstevnan er opin til klokkan 19 í kvøld.