Jobin og Mikkjal hava vunnið ímóti B36

Tað eru níggju ár síðani, at AB síðst vann á heimavølli ímóti árstalsfelagnum

Tað er grannauppgerð á Argjum, har Rana A. Skaalum fer at bríksla fyrstu ferð klokkan 16.

 

-Vit leita framvegis eftir optimalu uppstillingini. Tí er talan framvegis um broytingar í uppstillingini frá einum dysti og til tann næsta, sigur AB venjarin Sámal Erik Hentze. Tá ið AB síðsta sunnudag tapti 1-0 á útivølli ímóti EB/Streymi, vóru Tróndur J. á Høvdanum og Mikkjal T. Hentze í miðverjuni. Tað er greitt, at miðverjan verður ikki tann sama í dag, sum hon var sunnudagin, tí Mikkjal T. Hentze er leikbannaður.

 

Meðan AB spælir fyri at sleppa leyst úr botninum, so er málið hjá B36 at røkka heiðursmerkjaplássi. Tí var tað vónbrot, tá ið tað sunnudagin endaði 1-1 á Skála.

 

-Vit halda, at tað býr væl meiri í liðnum, enn vit higartil hava sæð, og vit rokna við, at tað støðugt fer at eydnast at leggja aftrat, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

Hjá B36 kemur tað væl við, at verjuspælarin Lukas S. Enevoldsen er tøkur aftur. Síðsta sunnudag var miðvallarin Magnus Holm Jacobsen ikki millum teir fyrstu ellivu. Tað komst av, at hann var sjúkur. Hann er tøkur í dag.

 

Hjá AB er Jákup Pauli Breckmann skaddur í knænum,  og Erik McCue er darvaður av skaða í fótinum. Tað verður vónað, at Augustin Marsico, Karl Dreier Leth og Marius Kryger Lindh vera førir fyri at spæla.

 

Tað eru níggju ár síðani, at B36 fór av Argjum við ongum. Í 2018 endaði annar dysturin á Argjum 1-1. Annars hevur B36 vunnið allar dystirnar síðani 2013. Tá vann AB heimadystin 3-2. Eingin av teimum, sum tá vóru við til at manna B36 liðið, eru longur á liðnum. Tveir AB spælarar, sum vóru við í heimasigrinum fyri níggju árum síðani, eru framvegis í hópinum. Teir eru Jobin Drangastein, sum síðsta sunnudag fyri fyrstu ferð í ár var millum teir fyrstu ellivu, og Mikkjal T. Hentze, sum í dag er leikbannaður.