Jóansøkubál í Vestmanna í kvøld

Viðrar, skipar VÍF fyri jóansøkubáli undir handlinum hjá Niels hjá John í dag. Byrjað verður klokkan 17, tá grillirnar verða tendraðar.

Viðrar, skipar VÍF fyri jóansøkubáli undir handlinum hjá Niels hjá John í dag. Byrjað verður klokkan 17, tá grillirnar verða tendraðar.

 

Tiltakið er fyri at savna pening til VÍF, og tí verður eisini høvi at keypa sær okkurt leskandi afturvið, eins og tey ungu fara at selja lutaseðlar.

 

Um halvgumsjeytíðina heldur Óli Breckmann, fyrrverandi løgtingsmaður, røðu. Sungið verður úr Grønu sangbók, og ætlanin er at tendra bálið umleið klokkan 19:30, siga fyrireikararnir.

 

Sambært veðurforsøgnunum verður gott veður í kvøld. Hann er eystan í ættini, turt og fimm metur um sekundið. Hitin verður 9 stig.