Jóansøkan 2022 verður hildin í Vági, og í kvøld verður hol sett á skránna.
Byrjað verður við skúmbaði fyri børn og barnsligar sálir kl. 19.00 við Vágs skúla.
Gjørt er klárt til jóansøkubál í tríkantinum, ið vanliga eisini er miðdepil fyri kenda nýgjárshaldinum í Vági. Klokkan 21:00 í kvøld verður bál og felagssangur, og eftir hetta fer Ingi Poulsen, ið annars hevur gjørt vart við seg sum sangari, at halda røðu.
Jóansøkuskráin sæst á vagur.fo