Í felags kirkjuráðsfundi í kvøld hava kirkjuráðini einmælt innstillað Jóannes Purkhús sum sóknarprest í Norðoya eystara prestagjaldi. Tað veit heimasíðan hjá Fólkakirkjuni at siga.
Jóannes Purkhús, sum er 27 ára gamal, ættaður úr Klaksvík og hevur lisið gudfrøði við lærda háskúlan í Århus, sleppur í gongd mestsum beinanvegin.
Ætlanin er, at sóknarpresturin tekur við kallinum longu 1. mai, sum er Dýrabiðidag, tá prestvígsla verður í Christianskirkjuni klokkan 11, og Jóannes av dómpróstinum verður skipaður í embætið við gudstænastu í Viðareiðis kirkju klokkan 18.
Jóannes Purkhús var einasti umsøkjari, tá freistin at søkja var úti hósdagin, og sum væntandi var, bóru kirkjuráðini skjótt at. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, ið setur nýggja sóknarprest Eystan Múla í embætið sum tænastumaður.
Norðoya eystara prestagjald fevnir um bygdirnar Viðareiði, Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir, Svínoy, Hattarvík og Kirkja, og heimstaðurin hjá presti er í Ónagerði á Viðareiði.
Kallið á Viðareiði bleiv leyst at søkja, nú Maria Jørðdal Niclasen, sum hevur verið prestur har í góð tvey ár, søkti og fekk starvið sum prestur í Kvívík.










