Tað er stórur fótbóltsdagur í Norra í dag. Í morgin er 17. mai, og tað verður hitað upp til tjóðardagin við fótbólti í bæði bestu og næstbestu deildini.
Í kvøld átti Fredrikstad í næstbestu deildini heimavøll ímóti KFUM-Kameratene Oslo, og tað gekk væl.
Fredrikstad FK vann 1-0, og hetta er fyrsta ferðin, at felagið hevur vunnið landskappingardyst á heimavølli, síðani Mikkjal Thomassen tók við venjarastarvinum.
Málið varð skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Stian Stray Molde var málskjútti, og uppleggið átti Jóannes Bjartalíð, sum við hornasparki legði innfyri.
Umframt Jóannes Bjartalíð, sum var annar av álopsspælarunum og varð skiftur út sjey minuttir undan leikloki, so var ein annar føroyskur landsliðsspælari á vøllinum. Tað var Brandur Hendriksson Olsen, sum 20 minuttir undan leikloki var skiftur inn. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var á vøllinum í týdningarmiklum dysti, síðani hann fyri einum ári síðani sleit krossbandið. Hetta var samstundis fyrsta ferðin, at hann umboðaði Fredrikstad FK.
Sum tíðin leið, snúði tað seg nógv um hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum at vera leiðsluna, og tað eydnaðist.
Eftir 8 umfør er Fredrikstad á triðja plássi við 14 stigum. Tað eru trý stig fram til Sogndal, ið er topplið og tvey stig fram til Kristiansund BK. Sunnudagin fer Fredrikstad at spæla á útivølli ímóti Hødd, sum hevur 10 stig. KFUM hevur 7 stig.










