Jóannes í Innistovu við fløgu

Mangt er sum bendir á, at navnframi fuglfirðingurin, Jóannes í Innistovu, gevur sína fyrstu fløgu út í komandi ári.

Mangt er sum bendir á, at navnframi fuglfirðingurin, Jóannes í Innistovu, gevur fløgu út í komandi ári.

 

Við in.fo sigur hann, at talan í flestum førum verður um góðar gamlar landaplágur úr seksti- og sjeytiárunum. Hóast hann hevur verið búsitandi í Grindsted í Jútlandi seinastu mongu árini, verður ikki ein av songunum á donskum máli. Summir vera á føroyskum, aðrir á enskum.

 

Hann eigur eitt gott nútímans heimastudio. Her leggur hann lunnar undir sangirnar, og tá ið fundamentið er stoypt, fer hann í eitt stórt profissionelt studio, har góðir tónleikarar og onnur liðugtgera verkið.

 

Jóannes í Innistovu – ella Silly Jóannes, sum hann varð nevndur tá á døgum – var frontsangari í kenda tónleikabólkinum The Silly Boys, ið var sera væl umtóktur í seksti- og sjeytiárunum.

 

Bólkurin helt til í dansistovuni í Fuglafirði, har teir spældu til dans so at siga hvørt leygar- og sunnukvøld.