Jóannes í Innistovu gevur út fløgu

»Kvinna mín« er heitið á nýggjari fløgu, sum kemur út á føroyska marknaðin í apríl mánaði. Tað er fyrrverandi frontfigururin í The Silly Boys, Jóannes í Innistovu, sum fyri fyrstu ferð í sínum 67 ára langa lívi, er fløguaktuellur.

 

12 sangir eru á plátuni, og eru teir allir á føroyskum máli - undantikið tveir, ið eru á enskum. Allur tónleikurin er innspældur av ávikavist Jóannesi og Finnbjørn Hansen. Studio Inniman í Grindsted gevur út.