Jóannes heldur hetta er tað størsta

Liðformaðurin fyri 24 árum síðani sammetir úrslitið í kvøld við taðímóti Eysturríki fyri 24 árum síðani

Einasti felagsnevnarin fyri framúr sigurin í Grikkalandi í kvøld og framúr sigurin á Eysturríki í Landskrona fyri 24 árum síðani er Jóannes Jakobsen. 12. september í 1990 var Jóannes Jaobsen liðformaður og aftasti maður á føroyska liðnum. Í kvøld var hann hjálparvenjari hjá Lars Olsen.

-Sjálvandi kunnu hesir báðir dystirnir sammetast, tí í báðum førum vunnu vit 1-0. Ímóti Eysturríki var tað framúr. Vit vóru púra blankir amatørar, og vit stríddust heilt frantastiskt. Nú eru vit komin væl longur, og í kvøld vunnu vit bæði við at stríðast og við at vísa fínt fótbóltspæl ímóti Grikkalandi, sum er liðið, ið var hægst styrkismett í okkara bólki. Tað talar fyri seg, og eg rokni við, at avrikið og úrslitið í kvøld fer í søgubøkurnar sum tað størsta nakrantíð, sigur Jóannes Jakobsen í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.