Hann stendur rimmar fastur við støðu sína um ikki blanda seg í danskan innanríkispolitikk. Tí fer hann ikki - hóast danskir politikarar leggja stórt trýst á hann - at vera við til atkvøðugreiðsluna um nýggja tingformannin í dag.
Poul Nyrup Rasmussen man hava verið ivaleysur í, at hann kundi fáa Jóannes Eidesgaard at taka undir við sær, tá hann mánadagin tók avgerðina um, at Birte Weiss skuldi úr stjórnini fyri at gerast formaður fólkatingsins.
Men um so er, so er forsætisráðharrin farin skeivur, tí Jóannes Eidesgaard gjørdi honum longu greitt á fundinum hóskvøldið í seinastu viku, at hann fór ikki at taka lut í valinum av nýggjum formanni.
Í donskum fjølmiðlum í gjár finst formaðurin í Sentrumdemokratunum, Mimi Jakobsen hvassliga at støðuni hjá Jóannes Eidesgaard, og heldur tað vera nógv fyri, at føroyskir politikarar soleiðis koma til Danmarkar at smáhandla, bara fyri at gerast áhugaverdir. Hon sigur eisini, at allir fólkatingsmenn eiga at vera við til at velja formannin.
? Hon hevur óivað rætt í sínum sjónarmiðum, men mín støða er bara soleðis, at eg av prinsippgrundum ikki taki lut í donskum innanríkispolitikki. Eg havi eisini gjørt greitt, at eg ikki eri partur av fólkatingsbólkinum hjá Javnaðarflokkinum - tí verði eg heldur ikki við í atkøvðugreiðsluni. Tók eg undir við at velja Birte Weiss til formann, so breyt eg míni vallyfti og mítt prinsipp, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ger púra greitt, at hann ikki fer at lata seg reka upp í nakran av pørtunum í fólkatinginum..