Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur nú tilnevnt Jóannes Eidesgaard av Tvøroyri til stjórnarlim í Føroya Realkreditstovni.
Tað boðar Fíggjarmálaráðið frá beint nú.
Jóannes Eidesgaard er fyrrverandi Løgmaður og m.a. eisini fyrrverandi fíggjarmálaráðharri. Hann avloysir Óla Heinesen úr Klaksvík, ið hevur sitið í stjórnini fyri Realin síðani 1988.
Endamálið við Realinum er at veita fígging til skip o.t. við heimstaði í Føroyum.
Jóannes Eidesgaard byrjar sum stjórnarlimur í Realinum 1. august í ár.
Hinir stjórnarlimirnir eru Virgar Dahl av Oyri og Ulla Svarrer Wang úr Tórshavn. Tilnevningarskeið teirra ganga fram til ávikavist 2015 og 2016.