Jóannes Eidesgaard - er hann við at búnast?

Vit politikkarar hava so lætt við at kasta eftir hvørjum øðrum, tá okkurt er sum vit eru ósamdir um. Vit eru ikki so skjótir at rósa hvørjum øðrum, tá mótstøðumenn eru skilagóðir og taka undir við okkum.


Eg hevði at Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkinum, tá hesin tók seg úr okkara samgongu, og eg havi fleiri ferðir mint á hetta politiska tiltak javnaðarmanna. Eg skilji framvegis ikki, hví flokkurin tók hetta stig. Í fleiri øðrum førum havi eg havt at Jóannes og flokki hansara tá formaður og flokkur hava lopið fram av. Seinastu tíðina hevur Jóannes Eidesgaard tó ment seg óføra væl. Tað sær út til at hann er í ferð við at búnast sum politikkari.

Lat meg fyrst nevna ta fyrstu ferðina, ein løgmaður sá seg noyddan til at siga ein landsstýrismann upp. Hetta ger ongin til stuttleika. Eg metti hetta vera neyðugt, serliga fyri at tryggja at nýggja stýrisskipanin skal fara at virka. Jóannes Eidesgaard tók fult undir við mær í hesi tungu avgerð. Tað gjørdu Finnbogi Ísakson og Óli Breckmann eisini. Bert spell at Sjálvstýrisflokkurin ikki dugur at síggja, at tað ikki hevur so nógv við samlaða politiska samarbeiðið flokkanna millum at gera, at ein landsstýrismaður fer frá. Men tað koma teir ivaleyst at læra við tíðini.

Fyri tað næsta kann eg nevna ætlaðu vitjanina hjá danska forsætismálaráðharranum. Hóast tað serliga hava verið bróðurflokkarnir í Danmark og Føroyum sum hava sitið illa um sátt seinastu árini, so dugdi Jóannes beinan vegin at síggja, at vit sjálvandi skulu taka ímóti, og tosað við Poul Nyrup. At tjóðveldismenn og fólkafloksmenn uppføra seg sum forkelaðir smádreingir nervar ikki Jóannes.

Fyri tað triðja kann eg nevna spurningin um loysn at tvístøðuni millum Danmark og Føroyar um bankarnar. Mín sann um ikki Jóannes Eidesgaard fyri kortum hart og týðuliga proklameraði, at Javnaðarflokkurin ikki ætlar sær at leggja sak ímóti Danmark, men vil hava eina politiska loysn í staðin. Hetta liggur heilt tætt uppat tí, sum eg havi ført fram, og ímóti øllum tí sum Javnaðarflokkurin higartil hevur staðið fyri.

Mín støða hevur alla tíðina verið, at danir, líka mikið hvat úrslitið av bankakanningini verður, eiga at gjalda ta nettoupphæddina, sum bankarnir hava kostað føroyska samfelagnum. Tað er eitt danskt mál sum ikki er yvirtikið og sum ikki kann yvirtakast. Danski fíggjarmálaráðharrin segði heilt týðuliga, at tað bar ikki til at gera eina politiska semju um hetta, fyrr enn bankakanningin er liðug. Hetta kundi fatast sum um Danmark átók sær skyldina fyri nakað, sum ikki var kannað til botns.

Kanska er Jóannes eitt sindur tíðliga á sjóvarfallinum. Um úrslitið av bankakanningini skuldi vit danir á ein ella annan hátt hava »lumpað« undanfarin landsstýrir. Tá átti at verið upaftur lættari at fingið ta politisku loysnina, sum vit báðir, Jóannes og eg, taka undir við.

Jóannes Eidesgaard byrjaði hetta valskeiðið sum ein álitismaður. Tað sær út til at hann í endanum av valskeiðinum kemur at vísa seg sum ein búgvin politikkari.


Edmund Joensen,

løgmaður