Jóannes Bjartalíð hevur verið undir skurð

Føroyski landsliðsspælarin verður ikki tøkur komandi vikurnar

Mynd: (Frederikstad FK)

Fredrikstad FK hevur boðað frá, at Jóannes Bjartalíð hevur verið undir skurð og ikki er tøkur komandi vikurnar. Landsliðið skal síðast í mars mánaði spæla móti Likenstein og Danmark, men tað verður helst uttan Jóannes Bjartalíð.

 

Jóannes Bjartalíð sigur við Bolt.fo, at hann væntast at skula sita uttanfyri í fýra til seks vikur. Hetta er ikki ein ókend støða hjá bóltsnillinginum úr Klaksvík. Hann var í somu støðu í fjør, men tá kom hann aftur og bleiv valdur til ársins spælara í OBOS-deildini í Norra.

 

Jóannes Bjartalíð hevur verið undir skurð fyri sportsbrokk. Føroyar spæla venjingardystir móti Liktinstein og Danmark ávikavist 23. og 26. mars.

 

Mynd: (Frederikstad FK)