Jóannes: Alt stendur við innsatsin

(Ljóðsamrøða) Hjálparvenjarin skeyt aftur eftir kritikkarunum í samrøðu við Trónd Arge

Hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, Jóannes Jakobsen var glaður fyri leikliga upptúrin. Hann heldur, at tað, sum hann og Lars Olsen og spælararnir hava arbeitt við bar frukt í dag.

 

Hann viðgongur tó, at liðið manglar nakað í tí seinasta triðinginum. Jóannes heldur lítið um kritikkin liðið fekk aftaná dystin ímóti Norðurírlandi, sum sambært Jóannesi hevur sítt besta landslið síðani 1982.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jóannes Jakobsen aftaná 0-1 tapið ímóti Ungarn.