Joanna Djurhuus, løgfrøðingur, nýggj forkvinna í Mentanargrunni Landsins

Rói Patursson leggur frá sær sum formaður í Mentanargrunni Landsins. Nýggj forkvinna verður Joanna Djurhuus Sambært kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins verður grunnurin stjórnaður av nevnd við fimm limum og fimm varalimum, sum landsstýriskvinnan í mentamálum tilnevnir. Tveir nevndarlimir og tveir varalimir skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Sambært § 3 í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins tilnevnir landsstýriskvinnan formann og næstformann.

Verandi setanarskeið hjá nevndini fyri Mentanargrunn Landsins gongur út tann 31.12.2008, og nýggj nevnd skal tí setast frá 01.01.2009 og fýra ár fram.

Formaðurin tey síðstu átta árini, og sum nú leggur frá sær, hevur verið Rói Patursson, skald og háskúlastjóri.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur mælt til at tilnevna hesar persónar í næsta setanarskeið Mentanargrunsins 01.01.2009-31.12.2012.

Limir:

Joanna Djurhuus, ráðgevi, cand.jur., forkvinna

Ivan Niclasen, programmfólk, næstformaður

Steintór Rasmussen, lærari og tónleikari

Malan Marnersdóttir, professari

Guðrið Hansdóttir, námsfrøðingur og songkvinna

Varalimir:

Andrea Heindriksdóttir, tónleikari (fyri forkv.)

Palle Juulsgart, listamaður (fyri næstform.)

Sámal Matras Kristiansen, lærari

Súsan í Jákupsstovu, listafólk

Judith Johannesen, fotografur