Joan Sørinardóttir í Nólsoy hevur givið út forvitnisligu bókina, Hvannpoppkorn & summardáa-fruktsalat.
Hetta er ein bók við uppskriftum og myndum, har grundarlagið er ymiskur matur við rávørum úr føroysku náttúruni.
Sjálv sigur Joan Sørinardóttir, at bókin er ætlað sum eitt tyssi av søgum, uppskriftum og fakta um plantur og blómur, sum vaksa í okkara náttúru.
- Vónandi fáa børn, foreldur, ommur og abbar, námsfrøðingar og lærarar hug at fara á kanningarferð í nærumhvørvinum at vitja plantu-og blómuríkið.
Joan Sørinardóttir er Petriciu Christiansen (Disu, sum er hennara vermóðir) takksom fyri íblástur, Tjóðhild Patursson fyri fotomyndir, og Solveig Hansen er hon takksom fyri tekningar.
- Eg eri eisini takksom fyri, at Bókadeild Føroya Lærarafelags vildi geva bókina út, sigur Joan Sørinardóttir um útgávuna av bókini.











