Triathlon
Í hálvum ironman skulu íðkararnir fyrst svimja 1,9 km. Síðani verða 90 km súkklaðir, áðrenn endað verður við hálvum marathon – 21 km.
Joan nýtti 4 tímar, 8 minuttir og 24 sekund um drúgva teinin, og hetta var skjótari, enn nøkur onnur kvinna í kappingini megnaði.
Joan, ið til dagliga venur og býr í Keypmannhavn, hevur íðka triathlon síðani 2002, og hevur serliga tey bæði seinastu árini hækkað støðið hjá sær munandi. Triathlon er ein sera tíðarkrevjandi ítróttur, har tað krevst einar 20-30 tímar av venjing um vikuna.
- Tá ið vit byrjaðu við svimjingini merkti eg, at hetta kundi blíva ein góður dagur. Tað føldist sera gott, og tá eg kom upp úr vatninum sá eg, at eg hevði svomið væl skjótari enn eg fyrr havi gjørt. Súkklingin gekk eisini væl hóast tað var eitt sindur ringt at finna eina góða rútmu. Á veg út á renningina legði eg meg á eitt triðjapláss, og longu á øðrum út av fýra umgangum av renningini hevði eg runnið meg upp á fyrsta plássið. Beinini føldust góð, so føringin skuldi “bara” haldast í mál, segði Joan eftir kappingina.
- Tað er ringt at seta orð á eitt sovorðið upplivilsi. Mín dreymur hevur verið at vunnið eina altjóða kapping, men at tað skuldi eydnast longu nú hevði eg ikki væntað. Eg havi arbeitt hart ímóti tí og arbeiði hart víðari, so tað ikki verður fyrsta og seinasta kappingin eg vinni, leggur hon afturat.










