Tað var ein fegin tvímálsskjútti hjá HB, Jóan Símun Edmundsson, sum Tróndur Arge fekk orðið á, aftaná 6-0 sigurin hjá HB ímóti B68, bygdarmonnunum hjá Jóan Símuni.
Jóan Símun helt tað verða ógvuliga forloysandi at skora tvey mál fyri HB í effodeildini. Um buh-rópini hjá toftafólki ímóti honum, svaraði hann: - Nú hava tey í so nógv ár rópt eftir Fróða (Benjaminsen red.) - nú kunnu tey so byrja at rópa eftir onkrum øðrum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge gjørdi við Jóan Símun Edmundsson. Fremst hoyrist frásøgnin hjá Tróndi av 4-0 málinum, fyrsta málinum hjá Jóan Símuni fyri HB í effodeildini. Teitur Joensen varð viðmerkjari til dystarfrásøgnina á Rás2.










