Jóan Símun vil ikki klippast

Salong Bronx hevur bjóðað Jóan Símuni at blíva kliptur, men hann takkar nei.

Jóan Símun Edmundsson er tann spælarin á føroyska landsliðnum, ið treingir mest til at blíva kliptur og fáa nýtt hársnið. Tað siga Lissi Mouritsen og Vivian Unadóttir, sum báðar starvast í Salong Brox, í senda á Rás2 í dag.

 

Jóan Símun heldur skemtiliga fyri, at hann sær gott út sum er og takkar nei at blíva kliptur. Hann viðgongur tó, at um hann heldur fram at fáa slíkar ákoyringar fyri hársniðið, so er hann sinnaður at broyta støðu.

 

Hoyr brot úr sendingini, sum verður send á Rás eftir tíðindini klokkan 17, við at trýsta á pílin undir greinini.

 

Lissi Mouritsen og Vivian Unadóttir halda annars , at føroysku spælarar tora ov illa at bróta frá, tá tað kemur til hársnið. Í sendingini verður hársniðið á spælarunum hjá føroyska A-landsliðnum, U21 landsliðnum og týska A-landsliðnum umrøtt.

 

-       Tað er generelt fyri føroysk mannfólk, at tey vilja ikki lýsa burtur úr, men vilja alíkavæl vera smartir og síggja gott út, sigur Vivian Unadóttir.

 

Lissi Mouritsen heldur at samlaða úrslitið hjá føroyska landsliðnum er á góðari leið, men at onkur treingir til at blíva kliptur.

 

-       Tað er eitt sindur ymiskt við føroysak landsliðnum. Har eru nakrir, sum gera nógv burturúr, aðrir sum bara eru beint fram og so er tað nakrir, ið burdu blivi kliptir, sigur Lissi Mouritsen.

 

Sendingin, um hársniðið á føroysku og týsku spælarunum, verður send sum ein liður í upptaktini til landsdystin millum Føroyar og Týskland. Sendingin fer í luftina á Rás2 eftir tíðindini klokkan 17.

 

Sjálv upptaktin byrjar klokkan 15. Landsdysturin millum Føroyar og Týskland byrjar klokkan 19.45.