Jóan Símun Edmundsson er í hesum døgum við nýggja felagnum hjá sær, OB, á venjingarlegu í Belek í Turkalandi.
OB spældi í gjár venjingardyst ímóti svenska felagnum Djurgården FF, har Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin seinastu tjúgu minuttirnar. OB tapti tann venjingardystin 2-0.
Í dag fekk føroyski landsliðsleikarin møguleikan frá byrjan í venjingardystinum móti Podbrezova, sum dagliga spælir í bestu slovakisku deildini. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, men føroyski leikarin var eyðsýndur á liðnum hjá OB.
Í sjónbandabrotinum omanfyri ber til at síggja Jóan Símun eiga stóran lut í fyrsta málinum hjá OB, har hann fyrst roynir seg við langskoti sum endar við hornasparkinum sum OB skorar fyrra málið uppá.
Harafturat átti Jóan Símun Edmundsson eisini uppleggið til seinna málið hjá OB, tá hann við góðum innleggið fann hin álopsleikaran.
Heimasíðan hjá OB hevur eisini eina samrøðu við Jóan Símun Edmundsson, har hann fortelur at hann hevur havt tað lætt við at fella inn á liðið hjá OB. Tann samrøðan kann síggjast her.