Vejle Boldklub er tað felagið í donskum fótbólti, ið flest føroyingar í løtuni hava áhuga fyri. Felagið hevur ikki færri enn tríggjar føroyskar landsliðsleikarar á besta liðnum. Viljormur Davidsen, ið hevur spælt við felagnum seinastu tvey árini, og so nýggju leikararnar Jóan Símun Edmundsson og Sonna Ragnar Nattestad, ið báðir byrjaðu í felagnum í hesum árinum.
Vejle spældi í dag venjingardyst á útivølli móti Silkeborg, og sigast má, at talan var um frálíkt avrik frá serliga Jóan Símuni Edmundsson. Føroyski landsliðsáleyparin skeyt ikki færri enn tvey mál í 3-2 sigrinum hjá Vejle. Jóan Símun legði fyrst Vejle á odda 1-0, og skoraði so 5 minuttir fyri leiklok avgerandi málið í dystinum til 3-2, sum Vejle á twitter síðu sínari lýsir sum eitt klassa spark frá føroyska leikaranum.
Allir tríggir føroysku leikararnir fingu í dag spælitíð fyri Vejle.
Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Vejle, meðan Sonni Ragnar Nattestad kom inn í hálvleikinum.
Tað eru sanniliga gleðilig tíðindi fyri fótbóltsáhugaðar føroyingar.