Jóan Símun tryggjaði javnleik

Landsliðsframherjin kom á máltalvuna, tá ið Vejle í kvøld hevði vitjan av Lyngby.

Vejle hevði í kvøld vitjan av Lyngby í næstbestu donsku deildini. Vejle var undan dystinum á 7. plássi við einans fýra stigum til niðurflytingarstrikuna, meðan Lyngby var á 2. plássi og við einum sigri kundi leggja seg undir liðina á Viborg á fremsta plássi.


Allir teir tríggir føroysku landsliðsleikararnir, Jóan Símun Edmundsson, Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad, byrjaðu á vøllinum fyri Vejle. Jóan Símun byrjaði sum áleypari, Viljormur í høgra borði og Sonni Ragnar í miðverjuni.


Jóan Símun Edmundsson gjørdi um seg beinanvegin. Hann legði Vejle á odda longu í 11. minutti, tá ið hann hegnisliga stýrdi bóltinum í netið eftir eitt innlegg. Hann gjørdi sum heild nógv um seg í fyrra hálvleiki og var eisini atvoldin til, at Lyngby fekk reytt kort ein minutt fyri hálvleik. Tað var Philip Rasmussen, sum sparkaði Jóan Símun.


Vejle var á odda 1-0 í hálvleikssteðginum og spældi við einum leikara í yvirtali allan seinna hálvleik, men hóast tað, so eydnaðist tað Lyngby at javna til 1-1, tá ið Rasmus Minor í 68. minutti sneiddi bóltin í málið eftir eitt hornasparksinnlegg.


Seinastu løtuna royndi Vejle at leggja trýst á, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa sigursmálið. Vejle verður verandi á 7. plássi og er nú fimm stig frammanfyri niðurflytingarstrikuna. Lyngby verður somuleiðis verandi á sínum plássi, sum er 2. pláss – tvey stig aftanfyri oddaliðið Viborg.


Undir dystinum høvdu Vejle-fjepparar møguleika at velja dagsins leikara, og valið fall á føroyska málskjúttan, Jóan Símun Edmundsson.